Tekin vóru um, at landsstýrisfólk vórðu avlurtað

Tekin vóru um, at landsstýrisfólk vórðu avlurtað
Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, fer at seta løgmanni ein fyrispurning um fregnartænastumálið, sum nú er komið undan kavi
Kristina Háfoss, sum setur løgmanni spurningin, sigur, at í undanfarna valskeiði vóru tekin um, at landsstýrisfólk vórðu avlurtað
 
28.08.2020 - 15:15

Í undanfarna valskeiði vórðu landsstýrisfólk kunnað um, at tekin vóru um, at onkur avlurtaði fartelefonirnar hjá landsstýrisfólkunum. Men tað var ikki greitt, hvør avlurtaði telefonirnar.

Tað sigur Kristina Háfoss, sum var landsstýriskvinna í fíggjarmálum í seinasta valskeiði, í viðmerkingunum til ein munnligan fyrispurning, sum hon fer at seta Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, um møguliga avlurting av føroyskum borgarum og vinnufyritøkum. 

Munnligir fyrispurningar eru í tinginum mikudagin.

Upplýsingar latnar USA

Tað er komið undan kavi, at danska fregnartænastan hjá verjuni, FE, hevur latið amerikansku fregnartænastuni, NSA, samskiftisupplýsingar um danskar borgarar.

Kristina Háfoss fer at spyrja løgmann, um partur av hesum upplýsingum eru samskiftisupplýsingar hjá føroyskum borgarum ella vinnufyritøkum. Hon vil eisini hava at vita, hvat landsstýrið ger til tess at tryggja, at danskar fregnartænastur ella onnur ikki avlurta borgarar og fyritøkur.

Føroyska og danska netið hvør sítt

Kringvarpið hevur tosað við Páll H. Vesturbú, stjóra í Neti, sum rekur fjarskiftisnetið í Føroyum.

Hann vil ikki gera samrøðu, fyrr enn hann hevur sett seg meira inn í hetta ítøkiliga málið, men hann sigur í stuttari viðmerking, at í útgangsstøðinum eigur fregnartænastan hjá danska herinum ikki at hava atgongd til føroyska netið, tí føroyska netið og danska netið eru hvør sítt.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856