Putin: Russland fer at hjálpa Hvítarusslandi

Putin: Russland fer at hjálpa Hvítarusslandi
Boðini frá russiska forsetanum er ein greið ávarng til vesturheimin
Eygleiðarar siga, at Putin hevur einki ímóti at sleppa av við forsetan í Hvítarusslandi, Lukasjenko
 
28.08.2020 - 08:53

Russiski forsetin, Vladimir Putin, sigur, at Russland fer at senda politihermenn til Hvítarusslands, um tað verður neyðugt.

Tað sigur Putin í samrøðu við almenna russiska sjónvarpið, og tað verður tikið sum ein greið ávaring til vesturheimin.

Putin leggur aftrat, at viðurskiftini í Hvítarusslandi eru um at gerast vanlig aftur, og tí verður eingin hjálp send til Hvítarusslands í løtuni.

Greið tekin

Boðini verða tikin sum eitt tekin til vesturheimin um at halda seg burtur úr Hvítarusslandi, tí annars verður russiskir politihermenn sendir til Hvítarusslands, siga serfrøðingar.

Tað var forsetin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sum bað Russland um hjálp, og Putin sigur seg verða noyddan at gera tað, um tað verður neyðugt.

Samstundis siga eygleiðarar, at Vladimir Putin vil hava ávirkan á gongdina í Hvítarusslandi, men at hann hevur einki ímóti at sleppa av við Lukasjenko, forseta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856