- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norðhavið selt til Karibia
Norðhavið selt til Karibia
Northwest Pelagic, sum átti Norðhavið, keypti nótaskipið Jupiter úr Gøtu fyrr í ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/img_0189.jpg?itok=xHfZziKd)
Norðhavið er nú selt til Cura-cao í Karibia fyri góðar 35 mió. kr.
27.08.2020 - 13:20
Norðhavið er nú selt av landinum.
Northwest Pelagic í Kollafirði hevur selt skipið til Niðurlanda fyri 4,75 mió. evrur, sum eru góðar 35,3 milliónir krónur.
Northwest Pelagic keypti nótaskipið Jupiter úr Gøtu fyri 38 mió. kr. í mai í ár.
Jupiter fær fiskiloyvini
Jupiter hevur tey fiskiloyvi, sum Northwest Pelagic skuldi hava til Norðhavið.
Norðhavið var leigað til Cura-cao í Karibia.
Jupiter er bygdur í 1994, Norðhavið er nakað eldri, bygt í 1990. Bæði skipini eru bygd í Noregi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV