Hava eykaaðalfund um ÍSF-húsið

Hava eykaaðalfund um ÍSF-húsið
Tórshavnar býráð ætlar, at ÍSF skal byggja nýtt høvuðssæti í Gundadali, men ÍSF hevur ikki avgjørt, um byggjast skal har
Langhylur skal byggjast á økinum, har ÍSF-húsið stendur
 
27.08.2020 - 10:30

ÍSF hevur eykaaaðalfund 16. september um ÍSF-húsið vestan fyri Svimjihøllina, sum Tórshavnar kommuna skal keypa fyri fimm milliónir krónur, nú langhylur skal byggjast á økinum.

Býráðið ætlar, at ÍSF skal byggja nýtt høvuðssæti við Ovara vøll í Gundadali.

Men ÍSF er ikki liðugt at viðgera hetta enn, og hevur ikki avgjørt, um byggjast skal í Gundadali.

Býráðið ætlaði, at byggingin skuldi byrja í 2024.

Vil hava virðið kapitaliserað

Men ÍSF vil nú hava kapitaliserað virðið, sum tað hevði havt, um ÍSF bygdi í Gundadali.

Talan er um byggibúning og sambygging við onnur hús, sum longu eru í Gundadali.

Tað virðið varð í fjør ásett til tríggjar milliónir og 550.000 kr. 

Í seinasta lagi 31. desember í 2025 skal ÍSF hava sett spakan í í Gundadali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946