Bussleið millum Vágar og Glasir

Bussleið millum Vágar og Glasir
Nýggja leiðin byrjar mánadagin
Nýggja bussleiðin millum Vágar og Glasir byrjar mánadagin
 
26.08.2020 - 13:01

Í næstu viku fer bussur at koyra millum Glasir og Vágar.

Bussleiðin byrjar mánadagin.

Farleiðin, sum eitur 350, fer av Glasi gerandisdagar kl.15.30, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur givið Strandfaraskipum landsins boð um at skipa nýggju leiðina.

Sum er fer ein bussur úr Havn í Vágar kl.15.20, men hann kann ikki brúkast hjá teimum, sum eru á Glasi, tí tey eru ikki liðug fyrr enn kl.15.25.

Næsti bussurin fer kl.16.30. 

Um morgunin ber betur til. Tá fer ein bussur úr Vágum kl.06.45 og koyrir til Glasir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Brellbiti
186335
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275