Raðfesta Karlstad-tænastuna í Sernámi

Raðfesta Karlstad-tænastuna í Sernámi
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað fyrispurningi frá Djóa Nolsøe Joensen, løgtingsmanni
Sernám sigur, at í løtuni eru tíggju Karlstad-netverk í landinum
 
21.08.2020 - 09:16

Mett verður, at Karlstad-tænastan í dag er í einari tryggari legu, enn hon hevur verið.

Karlstad-tænastan verður raðfest í Sernámi.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í svari til Djóna Nolsøe Joensen, løgtingsmann.

Stimbrar mál og talu

Karlstad-skipanin er eitt amboð, sum verður brúkt at stimbra málið, taluna og aðrar samskiftishættir hjá børnum og vaksnum.

Foreldur hava gramt seg um, at nógv børn ikki fáa hjálp eftir Karlstad-skipanini, og at tey fáu, sum fáa hjálp, fáa ov fáar tímar.

Sernám sigur, at í løtuni eru tíggju Karlstad-netverk í landinum.

Fleiri fundir

Jenis av Rana sigur, at fundur var 8.juli, har hann og aðalstjórin hittu umboð fyri Sernám, Javna, Autismufelagið og foreldrabólkin hjá børnum, sum hava Down syndrom. 

Á næsta fundinum er ætlanin, at eisini onnur, sum varða av økinum, og sum hava biðið um at vera við, vera við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791