Viðgera møguleikan at brúka MobilePay í Føroyum

Viðgera møguleikan at brúka MobilePay í Føroyum
Tað hevur eydnast at finna eina loysn í Grønlandi, við at nýta danskt cpr-nummar og danskt telefonnummar
Árni Ellefsen er formaður í felagnum Peningastovnar, sum nú aftur fer at kanna møguleikarnar at brúka MobilePay í Føroyum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.08.2020 - 16:21

Føroysku peningastovnarnir fara nú at viðgera spurningin, um teir skulu fáa skipanina MobilePay at virka í Føroyum. Hetta er ein skipan, har tað millum annað ber til við eini app at flyta pening í staðin fyri at brúka netbanka.

Í gjár kunngjørdi Grønlandsbankin, at MobilePay-skipanin nú kann brúkast í Grønlandi. Skipanin riggar eisini hjá kundunum hjá BankNordik í Grønlandi. 

Ov dýr skipan

Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik og formaður í felagnum Peningastovnar, sigur, at felagið viðgjørdi spurningin fyri trimum ella fýra árum síðani, men tá varð mett, at tað fór at kosta ov nógv samanborið við nyttuvirðið. sum fekst burtur úr skipanini.

Hann lovar tó, at felagið fer at taka málið upp aftur á næsta fundi, sum verður í seinasta lagi um 14 dagar.

- Tað er altíð ein meting av kostnaði samanborið við, hvat vit kunnu bjóða, sigur Árni Ellefsen.

Danskt cpr-nummar

Tele-Post í Grønlandi, har føroyingurin, Kristian Reinert Davidsen, er stjóri, hevur verið við til at funnið loysnir, so tað ber til at nýta skipanina í Grønlandi.

Avbjóðingin í Føroyum er serliga á tveimum økjum:  at skipanin er gjørd til donsk cpr-nummur og donsk telefonnummur.

Grønlendingar nýta longu sum er donsk cpr-nummur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949