- Tíðindi, mentan og ítróttur
Merkel táttar í
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/angela_merkel_0.jpg?itok=dzuspdaA)
Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, hevur boðað frá, at nú eru so nógvir tilburðir av koronu í landinum, at neyðugt verður helst at tátta í aftur, fyri at fáa tamarhald á smittuni.
Tilburðirnir hava ikki verið so nógvir sum nú síðani í mai, skrivar Politiken. Fríggjadagin og leygardagin vórðu yvir 1400 tilburðir skrásettir, og í gjár skrivaði Focus, at tilburðirnir vóru næstan 1000 í tali.
Angela Merkel sigur seg vera illa við av gongdini, men hon sigur seg framvegis vera sannførda um, at tað fer at bera til at steðga smittuni við at breiða seg.
Flest smittað í Spania
Í Evropa breiðir smittan seg skjótt í løtuni, og flest verða smittað í Spania. Í Italia eru 10 tilburðir fyri hvørji 100.000 fólk, í Týsklandi 16, í Bretlandi 19, men í Spania er talið nú 119.
Í Svøríki er tittleikin 38 fyri hvørji 100.000 fólk og í Danmark 31. Tað vísir ein uppgerð hjá europeiska stovninum fyri smittuverju.
Sum støðan er í løtuni, verður ikki meira latið upp í Týsklandi, hevur týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, gjørt greitt.