Flúgvingin til Íslands steðgar fyribils

bannari
Flúgvingin til Íslands steðgar fyribils
Íslendsku myndugleikarnir herða nú krøvini til fólk, ið koma til landið
 
19.08.2020 - 06:33

Av tí at myndugleikarnir í Íslandi herða krøvini til tey, sum koma til landið, hevur Atlantic Airways gjørt av fyribils at steðga við at flúgva til Íslands.

Frá í morgin skulu øll ferðafólk, sum koma til Íslands í sóttarhald í minsta lagi fimm dagar. Tí er grundarlagið fyri ferðavinnu og harvið eisini flúgvingini millum Føroyar og Íslands burtur.

Tí hevur Atlantic Airways gjørt av at steðga allari flúgving millum grannalondini, so leingi kravið um sóttarhald stendur við, sigur felagið.

Síðsti túrurin fyribils fríggjadagin

Flogið verður kortini til Íslands fríggjadagin, so ferðafólk, ið ferðast í Føroyum ella í Íslandi, kunnu sleppa heim aftur. Eftir tað verður øll flúgving til Íslands í august avlýst.

Støða verður tikin so hvørt, um talan verður um fleiri avlýsingar, og tað fer Atlantsflog at kunngera á heimasíðuni. Ferðandi, sum hava keypt ferðaseðil til Íslands, fáa beinleiðis boð, verður teirra fráferð avlýst.

Samstundis hevur Atlantic Airways gjørt av, at serskipaninar, sum fevna um broyting av ferðaseðlum og tilgóðarseðlar uppá alla ferðaseðlaupphæddina, eru longdar og eru galdandi til 31. oktober, boðar felagið frá.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497