Danmark og Svøríki seta átta mia. kr. í SAS

Danmark og Svøríki seta átta mia. kr. í SAS
ES-nevndin hevur góðkent, at danski og svenski staturin økja sín ognarpart úr 14 upp í 20 prosent
Koronakreppan ger, at Danmark og Svøríki seta meiri pening í SAS, sum seinastu árini eisini hevur flogið til Føroya
 
18.08.2020 - 15:06

ES-nevndin hevur góðkent, at svenska og danska stjórnin stuðla SAS, so flogfelagið kemur burtur úr koronakreppuni í øllum góðum.

Stuðulin verður átta milliardir kr., skrivar Ritzau.

Stuðulin skal hjálpa SAS at hóra undan, nú koronukreppan ger um seg.

Eins og fleiri onnur flogfeløg, er SAS meint rakt av kreppuni.

Skulu spara 2,8 mia. kr.

SAS hevur sjálvt lagt eina ætlan fyri, hvussu felagið kann koma ígjøgnum kreppuna. M.a. skal felagið spara 2,8 milliardir kr. tvey tey næstu árini.

Ein partur av uppskotinum mælir til, at danski og svenski staturin økja sín ognarpart úr 14 upp í 20 prosent. Og tað eru teir pengarnar, sum ES nú hevur góðkent, at londini nýta til felagið.

Danmark skal eftir ætlanini brúka 4,34 milliardir kr. og Svøríki 3,6 milliardir kr til SAS. Privatir íleggjarar skulu eisini lata SAS pengar, men hvørjir teir eru, verður einki sagt um.

Stovnað í 1946

SAS varð stovnað í 1946. At byrja við áttu Danmark, Noreg og Svøríki felagið, men Noreg er seinni farið burturúr, og parturin hjá Danmark og Svøríki er minkaður, tí privatir íleggjarar hava sett pening í felagið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015