- Tíðindi, mentan og ítróttur
54,4 stig: Mesti hitin nakrantíð mátaður á jørðini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/death_valley_-_ap.jpg?itok=cBz2UEoU)
Tað var sunnudagin í tjóðarparkini Deyðadalinum - Death Valley - í Kalifornia, tá hitamátarin hjá almennu veðurtænastuni í USA vísti heili 54,4 stig.
Metið áðrenn hetta var sett í 1913. Tá vísti hitamátarin 56,6 stig, men serfrøðingar seta spurnartekin við ta mátingina, tí hon samsvarar ikki við aðrar mátingar gjørdar í økinum um somu tíð.
Øgiligi hitin í Kalifornia og á vesturstrondini í USA kemur av einari hitabylgju, og hitin fer ikki at lækka aftur fyrr enn í morgin, skrivar BBC.
El-veitingin brendi saman
Orsøkin er eitt hátrýst sum liggur í stað í útsynnings- og vesturstrondini, sum hevur nógv sólskin og heitt veður við sær.
Hitin elvir eisini til trupulleikar við streymveitingini skrivar BBC, tí eitt el-veitingarvirki í Kalifornia brendi saman sunnudagin í nógva hitanum.
Hetta hevur elvt til planløgd streymslit, tí streymveitaranir megna ikki at nøkta tørvin fyri streymi í økinum í tí nógva hitanum, sum er á leiðini.