- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lukasjenko: Onnur skulu eisini fáa vald
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lukasjenko.jpg?itok=fnVmGzBz)
Hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, sigur seg nú vera sinnaðan til at býta valdið í Hvítarusslandi við onkran annan.
Tað segði hann sambært hvítarussisku tíðindastovuni Belta, og sum altjóða miðlar endurgeva.
Lukasjenko sigur seg vera til reiðar at broyta hvítarussisku grundlógina, til tess at valdsbýtið verður øðrvísi, men hann ger samstundis greitt, at hann er ikki sinnaður at gera tað undir trýsti frá mótmælisfólkum.
Krevja nýval
Nógv fólk hava síðstu dagarnar verið á gøtunum í høvuðsstaðnum í Hvítarusslandi.
Tey mótmæla valúrslitinum og siga, at forsetin hevur framt valsvik. Mótmælisfólkini krevja nýval, men forsetin segði í morgun, at tað kemur ikki upp á tal. Lukasjenko fekk 80 prosent av atkvøðunum á fosetavalinum sunnudagin.
Aðalverkfall
Andstøðan í Hvítarusslandi hevur heitt á fólk um at fara í aðalverkfall í dag, og nógvar verksmiðjur eru manntómar í dag, skrivar The Guardian.
Starvsfólkini í almenna sjónvarpinum í landinum eru eisini farin til hús, skrivar danska TV2.
ES-leiðararnir hava kallað inn til bráðfeingis toppfund at viðgera spentu støðuna í Hvítarusslandi. Fundurin verður mikudagin.