- Tíðindi, mentan og ítróttur
Juan Carlos er í Emiratunum
Juan Carlos er í Emiratunum
Fyrrverandi kongurin flýddi úr Spania 3. august. Hann er undir illgruna fyri at hava tikið ímóti 600 mió. kr. í mutri
17.08.2020 - 17:30
Fyrrverandi spanski kongurin, Juan Carlos, er í Sameindu Arabisku Emiratunum. Tað upplýsir ein talsmaður kongshúsið, sambært Reuters.
Hann fór úr Spania 3. august, og er í Emiratunum.
Juan Carlos er undir illgruna fyri at hava tikið ímóti 600 milliónum kr. í mutri frá Saudiarabia.
Flýddi av landinum
Myndugleikarnir í Spania hava gjørt av at kanna málið, og tá rýmdi kongurin.
Nú er nógv orðaskifti í Spania um leiklutin hjá kongshúsinum, og um kongshúsið eigur at verða tikið av.
Tað var Franco, generalur og einaræðisharri, sum sat við valdinum í Spania í nógv ár, ið tilnevndi Juan Carlos kong.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV