Vit brúka støðugt meira streym

Vit brúka støðugt meira streym
Føroyingar brúktu 6,2 prosent meira streym fyrra partin av árinum enn sama tíðarskeið í 2019
Streymnýtslan vaks við meira enn seks prosentum fyrra partin av árinum samanborið við 2019
 
14.08.2020 - 07:41

Føroyingar brúka støðugt meira streym. Fyrstu sjey mánaðir í ár eru gjørdir 227,3 gigawatttímar, 6,2 prosent fleiri enn somu tíð í fjør, sigur SEV.

Olja varð brúkt til at gera 64 prosent, 24 prosent komu úr vatni og 12 prosent frá vindi. Higartil í ár er grøna orkan 2,5 prosent størri enn í fjør.

Í juli var eftirspurningurin eftir elorku 11,7 prosent størri enn í juli í fjør. Sólorkan í Sumba roynist væl, sigur SEV. Hon ger streym, sum svarar til miðalnýtsluna hjá 78 húskjum.

60 sólfatur, panel, eru sett upp afturat á Krossinum í Sumba. Tey venda í ein beinan sunnan. Hini venda eystur og vestur.

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949