- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleiri hava vent sær til KRIS í ár
74 fólk vendu sær til KRIS fyrra hálvár í ár, trý fleiri enn fyrra hálvár í fjør.
Líkt er til, at korona ávirkar tølini nakað hjá Kris. Í mars í ár vóru níggju fráboðanir, í mars í fjør vóru 18.
Men í apríl vóru 15 fráboðanir í ár og bara sjey í fjør.
Í mai vóru so aftur færri í ár enn í fjør. Tær voru 12 í fjør og sjey í ár.
Men í juni vóru seks í fjør og tíggju í ár.
Landið læt aftur
Orsøkin til lágu tølini í ár kann vera, at landið læt aftur, skúlar og dagsstovnar stongdu og arbeitt bleiv heima.
Møguliga gjørdi tað, at aðrir trupulleikar vórðu lagdir til viks fyribils.
Kris er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, sum gevur kynsliga misnýttum fólkum vegleiðing og hjálp, og upplýsir um kynsligan ágang.