Væntar at fáa álit seinnapartin

bannari
Væntar at fáa álit seinnapartin
Tingfundur verður aftur klokkan 15, og tá er ætlanin, at nevndirnar skulu leggja álitini fram
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, ætlar at avgreiða øll trý málini, sum hava samband við koronu, í dag
 
13.08.2020 - 14:07

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar at fáa álit frá trivnaðarnevndini og fíggjarnevndini til uppskotini, sum vórðu løgd fram fyrrapartin, til tingfundin, sum er settur at verða klokkan 15.

Øll trý málini, sum hava samband við koronu, vórðu løgd fram fyrrapartin. 

Tingið samtykti at víkja frá øllum tíðarfreistum, og fór tí beinan vegin at viðgera málini. Fyrsta viðgerð endaði um tvey tíðina.

Farin í nevnd

Uppskotini um dagpening í sambandi við Covid-19  og lønarískoyti til pensjónistar, sum hava inntøkumiss av koronu, eru beind í trivnaðarnevndina, og uppskotið um eykajáttan er farið í fíggjarnevndina.

Tá álitini eru løgd fram, verður nýggjur tingfundur ásettur, har málini fáa aðru viðgerð.

Av tí at samtykt er at víkja frá øllum tíðarfreistum, kann væntast, at øll trý málini verða avgreidd í dag. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772