USA vildi hava Danmark at seta ráðgeva í Grønlandi

USA vildi hava Danmark at seta ráðgeva í Grønlandi
Ráðgevin heldur til undir somu lon sum amerikanski konsulin í Grønlandi
Danski ráðgevin og amerikanski konsulin í Grønlandi halda báðir til í bygninginum hjá Arktisk Kommando í Nuuk
 
12.08.2020 - 09:21

Óttin hjá USA fyri Russlandi hevur fingið USA at biðja Danmark seta trygdar- og verjupolitiskan ráðgeva í Grønlandi, sigur ein serfrøðingur.

Tá Trine Bramsen, verjumálaráðharri, var í Grønlandi í síðstu viku, hevði hon við sær hagar ein politiskan ráðgeva hjá Danmark, sum skal vera í Grønlandi.

Ritzau skrivaði tá, at ráðgevin skal vera bindilið millum Danmark og Grønland viðvíkjandi trygd og verju, nú áhugin er so stórur fyri Arktis.

Embætisfólk í Verjumálaráðnum skulu skiftast um at vera ráðgevi hjá Danmark í Grønlandi.

Ráðgevin verður í skrivstovuni hjá Arktisk Kommando í Nuuk. Har er konsulin hjá USA eisini.

Áheitan úr USA

Kristian Søby Kristensen, sum er serfrøðingur í trygdarpolitikki og granskari í Lærda háskúlanum í Keypmannahavn, sigur við KNR, grønlendska kringvarpið, at USA hevur biðið Danmark seta trygdarpolitiskan ráðgeva í Grønlandi.

USA stúrir fyri serliga russiska og eisini kinesiska áhuganum fyri Arktis. 

Herstøðin í Thule í Grønlandi hevur týdning fyri verjuna hjá USA, sigur Kristian Søby Kristensen. USA kennir Russland sum eina hóttan, sigur hann.

Kristian Søby Kristensen sigur, at danski ráðgevin í Nuuk fer javnan at hitta amerikanska konsulin í Nuuk, Sung Choi.

Teir eru í sama húsi í Nuuk, í húsinum hjá Arktis Kommando.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. februar
Andarblak - Hann ger gimsteinar úr dusti
187441
Hósdag 6. februar
Góðan morgun Føroyar
187420
Hósdag 6. februar
Breddin: Tollkríggj
187418
Hósdag 6. februar
Kvinnur í ítrótti (6:6)
187318
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155