- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógarbroyting skal tryggja størri lánsheimild

Lógarbroytingin loyvir Húsalánsgrunninum at læna 400 milliónir krónur afturat teirri heimild, grunnurin longu hevur. Hon er 250 milliónir krónur.
Arbeiðsgevarafelagið fegnast um, at landsstýrið ætlar at lata somu treytir galda fyri almenna bygging hjá Bústøðum og privata bygging, so kappingin verður á jøvnum føti.
Vilja hava javnbjóðis treytir
Arbeiðsgevarafelagið heldur tað vera umráðandi, at javnbjóðis treytir verða settar almennum og privatum byggi- og útleiguvirksemi.
Javnbjóðis treytir eru millum annað eitt krav um avkast, tá Bústaðir leiga, siga arbeiðsgevararnir.
Arbeiðsgevarar hava einki ímóti, at landið stovnar eina ráðgeving um alternativar byggihættir og fíggingarhættir. Men ráðgevingin skal ikki vera slík, sum privatar fyritøkur longu veita.
