- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggja forsetaskeiðið byrjar leygardagin
Nýggja forsetaskeiðið byrjar leygardagin
Guðni Thorlacius Jóhannesson vann stórsigur á forsetavalinum í Íslandi 27. juni
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/gudni_johannesson.jpg?itok=3R6bUXdb)
Guðni Th. Jóhannesson tekur nú við øðrum skeiði sínum sum forseti í Íslandi
30.07.2020 - 09:48
Leygardagin tekur Guðni Thorlacius Jóhannesson við øðrum skeiði sínum sum forseti í Íslandi.
Hann vann forsetavalið 27.juni. Hann fekk 92,2 prosent av atkvøðunum.
Ikki verður gjørt so nógv burturúr hesaferð sum í 2016, tí korona forðar fyri tí. Tá, í 2016, vórðu 300 fólk boðin á forsetasetrið Bessastaðir.
Nú eru 90 fólk boðin.
Skulu ansa betur eftir
Annars heitir íslendski forsetin á fólk um ansa betur eftir nú, tí líkt er til, at fólk eru farin at slaka við frástøðu og reinføri.
Fólk eru smittað innanlands aftur nú, og tí ræður um at ansa sera væl eftir.
Hann heldur, at ivaleyst eru fólk vorðin ov líkasæl.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV