- Tíðindi, mentan og ítróttur
Joachim prinsur innlagdur
Joachim prinsur innlagdur
Joachim prinsur varð fríggjakvøldið innlagdur við einum blóðtøppi í heilanum.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/joachim.jpg?itok=4nMZgV90)
26.07.2020 - 11:03
Tað boðaði danska kongshúsið frá í gjárkvøldið.
Joachim prinsur var innlagdur í Universitetssjúkrahúsið í Toulouse í Fraklandi.
Har varð hann lagdur undir skurð, og danska kongshúsið sigur, at skurðviðgerðin eydnaðist væl, sambært danska Tv2.
Joachim prinsur er 51 ára gamal og býr í løtuni í Fraklandi við konu síni Mariu prinsessu og børnum teirra.
Tey fluttu til Fraklands í fjør tá Joachim prinsur fór undir útbúgving í hernaðarleiðslu á Centre de Hautes Études Militaires.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV