- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvissa um olympisku leikirnar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/olympisku_leikirnir_olympiskt_flagg.jpg?itok=Vvn6mHKG)
Í dag er júst eitt ár til útsettu olympisku leikirnir verða hildir í Tokyo. Teir skuldu annars byrja í morgin, fríggjadagin 24. juli, men vegna koronufarsóttina eru teir útsettir til næsta ár.
Men forsetin í olympisku fyrireikingarnevndini, Yoshiro Mori, er framvegis ivasamur um tað fer at lata seg gera at halda leikirnar.
Leikirnir ikki hildnir uttan áskoðarar
Um koronustøðan framvegis er sum nú, ber ikki til at halda leikirnar, sigur forsetin í olympisku fyrireikingarnevndini, sambært Danmarks Radio.
– Tað er neyðugt, at eitt koppingarevni ella heilivágur er ímóti koronuvirusinum, segði hann við japansku sjónvarpsstøðina NHK.
Forsetin í olympisku fyrireikingarnevndini legði aftrat, at olympisku leikirnir uttan áskoðarar ikki var ein møguleiki í løtuni.
Meginparturin: Leikirnir skulu ikki haldast
Japanarar tykjast heldur ikki at vera stórvegis fegnir um at skipa fyri olympisku leikinum, sum koronustøðan er í løtuni.
Ein meiningarkanning millum fólk í Japan vísti fyrr í vikuni, at einans 23,9 prosent halda olympisku leikirnir skulu haldast sum ætlað, skrivar AFP-tíðindastovan.
Fleiri enn 70 prosent av teimum spurdu tóku undir við at útseta leikirnir meira, ella at avlýsa teir heilt, tí tey ikki halda, at tamarhald verður á koronustøðuni, tá leikirnir skulu setast um eitt ár.