- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meira enn 15 milliónir smittað
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/drive-through_koronakanningar_tennesssee_-_ap.jpeg?itok=getZWhwq)
Fleiri enn 15,2 milliónir fólk kring heimin hava nú fingið koronusmittuna, og 623.443 fólk eru deyð við koronusmittuni í sær.
Tað vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University, ið savnar saman almenn hagtøl frá heilsumyndugleikunum í øllum heimsins londum.
Fýra milliónir tilburðir í USA
USA, Brasilia, India og Russland eru londini við flestum koronutilburðum. Í Brasil staðfestu heilsumyndugleikarnir, at dagurin í gjár var hin ringasti við koronu.
Síðsta samdøgrið eru stívliga 68.000 fólk í Brasil testað positiv fyri koronu, og tað er tað mesta nakrantíð.
Í USA eru nú 3.970.908 tilburðir av COVID-19 staðfestir, og 143.190 fólk eru deyð við smittuni í sær, vísa nýggjastu tølini frá Johns Hopkins University.