- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera kanska nýggja avtalu um Thulestøðina
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/thulebasen_-_kold_krig_og_kaerlighed_2.2_10109188_kvf_0023.jpg?itok=yxbz1xSv)
Tað sigur Steen Lynge, landsstýrismaður, eftir fundin við Mike Pompeo, uttanríkisráðharra í USA, í Keypmannahavn í gjárkvøldið.
Hann sigur, sambært KNR, at Pompeo tók væl í móti grønlendska uppskotinum um nýggjar samráðingar um avtaluna um tænastur á Thulestøðini, sum grønlendingar mistu fyri nøkrum árum síðani.
Grønland skal fáa meira burturúr
Hetta er, sigur Steen Lynge, landsstýrismaður, fyrstu ferð, at USA viðgongur, at Grønland skal fáa meira burtur úr tænastunum, sum Thulestøðin brúkar.
Landsstýrismaðurin sigur tað ikki vera óhugsandi, at ein nýggj tænastuavtala verður gjørd fyri forsetavalið í USA. Grønland misti 200 milliónir krónur um árið, tá amerikanarar fingu tænastuavtaluna í 2014.
Mike Pompeo váttaði á tíðindafundi í gjár, at Grønland eigur at hava allar fyrimunir av herstøðini í Thule. Tað hevur alstóran týdning fyri okkum øll, segði Pompeo í gjár.