- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lone Dybkjær deyð
Lone Dybkjær deyð
Fyrrverandi danski ráðharrin í umhvørvismálum og limur í ES-tinginum, Lone Dybkjær, bleiv 80 ár
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lone-dybkjaer.jpg?itok=l8DDjchg)
Lone Dybkjær saman við manninum, Poul Nyrup Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharra, í 2014
Mynd: Savnsmynd
21.07.2020 - 13:22
Lone Dybkjær giftist í 1994 við fyrrverandi danska forsætismálaráðharranum Poul Nyrup Rasmussen, sum hon var gift við til hon nú doyði.
Hetta hevur maðurin hennara, fyrrverandi danski forsætismálaráðharrin, Poul Nyrup Rasmussen, kunngjørt sambært tíðindastovuni, Ritzau.
– Lone elskaði lívið og stríddist til tað síðsta, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
Lone Dybkjær tók seg úr Fólkatinginum í 2011. Sama ár fekk hon staðfest krabbamein, og hon hevur í fleiri umførum tosað alment um sjúkuna.
Lone Dybkjær bleiv fyrstu ferð vald í Fólkatingið í 1973 fyri Radikale Venstre, og í 1988 bleiv hon umhvørvismálaráðharri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV