Hóttir við at senda fleiri løgreglufólk til býir

Hóttir við at senda fleiri løgreglufólk til býir
Amerikanski forsetin hóttir við at senda fleiri samveldisløgreglufólk til fleiri býir fyri at steðga mótmælum
Fleiri løgreglufólk frá samveldisløgregluni skulu steðga mótmælum, ætlar amerikanski forsetin
 
21.07.2020 - 10:12

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at senda fleiri samveldisløgreglufólk til fleiri býir í USA, sum Liberalu Demokratarnir stjórna, til dømis Chicago og New York.

Tað skrivar tíðindastovan hjá Ritzau. Forsetin heldur, at leiðararnir í býunum hava verið bangnir fyri at steðga mótmælum, sum hava verið í seinastuni.

Fleiri løgreglufólk send herfyri

Eisini rósar Donald Trump samveldisløgregluni fyri mátan, sum hon hevur handfarið mótmæli í Portland í statinum, Oregon. Løgreglufólk vórðu send til býin fyri tveimum vikum síðani

Tá vóru framvegis mótmæli móti rasismu og løgregluharðskapi, eftir at litti amerikanarin, George Floyd, doyði, tá hann varð handtikin í mai, eftir at ein løgreglumaður trýsti knæið niður á nakkan á George Floyd í meir enn átta minuttir. 

Halda løgreglan ger ilt verri

Mótmælisfólk eru óð um, at samveldisløgreglan hevur steðgað mótmælum og handtikið mótmælisfólk. Eisini lokalu politikararnir eru ónøgdir um útsendu løgregluna, og halda, at hon er við til at økja um ófriðin.

Guvernørurin í Oregon, Kate Brown, hevur funnist at tí, sum er hent í Portland. Hon kallar tað fyri grova valdmisnýtslu frá stjórnini, sambært Reuters. Men atfinningarnar rína ikki við Donald Trump. 

Vit hava handtikið nógv fólk og sent mótmælisleiðararnar í fongsul. Talan er um anarkistar, sigur Donald Trump sambært bretska kringvarpinum, BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497