- Tíðindi, mentan og ítróttur
Munnbind kanska kravt í Danmark
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/danmark.png?itok=GJFaMjle)
Alsamt fleiri lond seta nú sum krav, at fólk skulu brúka munnbind, tá tey eru úti, og Danmark kann gerast næsta staðið, har hetta verður kravt. Hendir tað, eru sannlíkindini fyri, at tað eisini hendir í Føroyum, rættiliga stór.
Seinastu tíðina hava fleiri statir í USA og avstralski stórbýurin, Melbourne, sett í gildi krav um, at fólk skulu brúka munnbindið, tá tey fara heimanífrá. Í Fraklandi og Stórabretlandi verða líknandi tiltøk eisini sett í gildi í næstu viku.
Kravið um at brúka munnbind er enn ikki komið til Danmarkar, men tað kann tað í heyst, heldur í øllum førum Jens Lundgren, sum er professari í infektiónssjúkum á Ríkissjúkrahúsinum.
Smittutrýstið lágt í Danmark beint nú
– Tá smittubreiðslan aftur fer at økjast í Danmark, vænti eg, at vit fara at síggja viðmæli um, at fólk skulu brúka munnbind í Danmark, sigur Jens Lundgren, professari, við DR.
Tá danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, luttók í ES-toppfundinum í Brússel um vikuskiftið, brúktu allir stjórnarleiðararnir munnbind.
Beint nú er smittutrýsið í Danmark lágt, men næsta bylgjan av koronusmittuni kann koma í heyst. Um miðjan mars høvdu einans 10 lond sett í gildi krav um, at fólk skulu brúka munnbind. Nú er talið 130.