- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretland leggur koppsetingar undir seg
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20160621_badi_fyrimunir_og_vansar._0004.jpg?itok=rdmM2R7D)
Tað eru heiluvágsfyritøkurnar BioNteck, Pfizer og Valneva, sum í felag hava gjørt koronukoppsetingina. Tað skrivar BBC á heimasíðuni.
Hesar koma afturat 100 milliónum koppsetingum, sum heilivágsfyritøkan, AstraZeneca, mennir á lærda háskúlanum í Oxford.
>> SÍ EISINI Bretar gera royndir við koronukoppseting
Tað er ikki greitt enn, um ella hvør koppseting fer at rigga. Í løtuni verður koppseting mett sum besta boðið at koma koronuvirusinum til lívs.
Í løtuni verða kliniskar royndir gjørdar við meir enn 20 koppsetingum kring heimin. Bretland hevur við seinastu avtaluni tryggjað sær atgongd til tríggjar koppsetingar, sum eru ólíkar.
Ávarar um bjartskygni
Kate Bingham, leiðari í koppsetingarbólkinum hjá stjórnini, fegnast um, at fleiri koppsetingar eru, sum hava góð útlit, men ávarar ímóti bláoygdum bjartskygni.
– Veruleikin er, at vit kanska ongantíð fáa eina koppseting. Um vit fáa eina, kann tað vera, at hon ikki steðgar smittu, men minkar um sjúkutekinini.
– Um vit fáa eina effektiva koppseting, verða tað heilsu- og almannastarvsfólk, og tey í vandabólkinum, sum standa fremst, sigur Kate Bingham sambært BBC.