- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størsta smittutalið í eitt samdøgur
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/carrie_lam_-_ap_-_19072020.jpeg?itok=PM9_kLJI)
Tað segði Carrie Lam, leiðarin í Hongkong, á tíðindafundi í morgun, sambært útlendskum tíðindastovum.
Seinasta samdøgrið eru meira enn 100 nýggir tilburðir staðfestir í Hongkong, og myndugleikarnir hava boðað frá nýggjum tiltøkum, ið skulu tálma smittuni.
Carrie Lam lýsir støðuna í Hongkong sum "sera álvarsliga", og eingi tekin eru um, at tamarhald fæst á støðuni, sum hon orðar seg sambært BBC News.
Nýggj og strong tiltøk
Myndugleikarnir ætla at kanna 10.000 fólk um dagin, og at noyða fólk at brúka masku innandura á almennum støðum ; eitt nú í handilsmiðstøðum. Hetta er longu eitt krav í almennu samferðsluni.
Nýggju og herdu tiltøkini koma í kjalarvørrinum á, at myndugleikarnir í Hongkong í síðstu viku stongdu skeinkistøð, venjingarmiðstøðir og noyddu matstovur at steingja klokkan seks um kvøldið.
Tað hava annars verið lutfalsliga fáir tilburðir í Hongkong síðani COVID-19-smittan tók seg upp, tí strong tiltøk vórðu sett í verk longu í januar.
Hinvegin eru nógvir tilburðir staðfestir í Hongkong í seinastuni, skrivar BBC News. Bara tær báðar síðstu vikurnar eru 500 nýggir tilburðir staðfestir í Hongkong.