- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES-leiðarar umrøða koronustøðuna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/evropa.png?itok=0S8Mn2Pw)
Nú klokkan níggju í morgun okkara tíð hittast stjórnarleiðararnir í ES fyri fyrstu ferð síðani koronakreppuna á topfundi í Brúsell.
Stjórnarleiðararnir hava tvey samdøgur til at semjast um fíggjarkarmarnar hjá ES fyri næstu sjey árini. Harumframt skulu teir semjast um ein hjálparpakka ella endurreisingarætlan fyri evropeiska búskapin.
Fíggjarkarmurin 8.000 milliardir
Evropeiska ráðið hevur skotið upp, at fíggjarkarmurin verður 8.000 milliardir krónur næstu sjey árini. Hetta er væl meira enn núverandi fíggjarkarmur, hóast ES nú telur eitt land færri, eftir at Bretland fór úr ES.
Harumframt hevur skjýtur evopeiska ráðið upp, at tað verður gjørdur ein endurreisingargrunnnur fyri tey øki og vinnugreinar í Evropa, ið vórðu harðast rakt av koronnukreppuni.
Sambært uppskotinum skulu londini seta 5.600 milliardir krónur í grunnin. Av hesum skulu 3.750 milliardir krónur latast sum stuðul, ið ikki verður goldin aftur, og so skal restin - 1.850 milliardir krónur, veitast sum lán.
Danmark rindar 20 milliardir árliga
Sambært Danmarks Radio er danski forsætisráðharrin, Mette Fredriksen, farin til Brússel á topfund við einum ynski um, at fíggjarkarmurin skal vera knappar 200 milliardir krónur lægri næstu sjey árini.
Harumframt skal øll upphæddin til endurreisingargrunnin latast sum lán, ið verður rindað aftur. Danmark rindar í dag umleið 20 milliardir krónur árliga til ES.
Svøríki, Niðurlond og Eysturríki eru eisini lond, ið halda, at ansast skal væl eftir, at fíggjarkarmurin hjá ES ikki veksur ov nógv og at limalondini ikki skulu rinda meira til ES kervið.