- Tíðindi, mentan og ítróttur
Apple vinnur søguligt skattamál
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/apple_0.jpg?itok=UN8vDTOc)
ES-dómstólurin hevur avgjørt, at tøknirisin, Apple, ikki skal rinda skattarokningina, sum er 13 milliardir evrur. Tað boðar dómstólurin frá í tíðindaskrivi.
Í 2016 kravdi Margrethe Vestager, ES-kommisserur í kappingarmálum, at Apple skuldi rinda upphæddina í revsiskatti og rentum fyri árini 2002 til 2013.
>> SÍ EISINI Apple fær risa skattarokning
ES-nevndin segði, at limalondini ikki kunnu veita skattafyrimunir til útvald feløg. Apple boðaði beinanvegin frá, at málið skuldi roynast í rættinum.
– ES-nevndin hevur ikki løgfrøðiliga sæð kunnað víst á, at fyrimunur varð givin. Tí er tað eitt mistak, at hon sigur, at Apple hevur fingið serligar fíggjarligar fyrimunir, og sostatt fingið ríkisstuðul, stendur í fráboðan frá dómstólinum.
Dómurin kann kærast
Dómurin er frá lægsta rættarstigi í ES-dómstólinum og kann kærast upp á hægsta stig, skrivar tíðindastovan, Associated Press.
Írland hevur allatíðina sagt, at landið ikki vil hava skattapeningin, sum ES-nevndin hevur tillutað sær.
Í telduposti til Bloomberg skrivar írska fíggjarmálaráðið, at tey eru nøgd við dómin og vísa á, at Apple onga serviðgerð hevur fingið í málinum.