- Tíðindi, mentan og ítróttur
ST: Ein av hvørjum 11 fær ikki nóg mikið at eta
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/wfp.jpg?itok=PpNRpm_a)
Umleið 690 milliónir fólk í heiminum - tað, ið svarar til eitt av hvørjum 11 fólkum - fekk ikki nóg mikið at eta í 2019, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.
Tað kemur fram í nýggjari ársfrágreiðing, sum fimm stovnar undir Sameindum Tjóðum hava gjørt, her stovnarnir lýsa hungursstøðuna í heiminum.
Fleiri fara at hungra í Afrika
Talið er vaksið við 60 milliónum fólkum eftir bara fimm árum. Harumframt hevur koronukreppan síðsta hálva árið eisini lagt stein oman á byrði.
Heldur gongdin fram, verður tað ógjørligt at náa málinum um, at eingin skal hungra í 2030. Hinvegin fer 10. hvørt fólk, umleið 900 milliónir fólk, at hungra tá.
Í Afrika kann fjórða hvørt fólk fara at hungra um 10 ár. Í dag hungra 19 prosent av fólkunum í Afrika, ella tað, ið svarar til umleið fimta hvørt fólk í heimspartinum.