- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maskur kravdar í Bretlandi
Maskur kravdar í Bretlandi
Fólk í landinum skulu nú venja seg við, at brúka masku, tá tey keypa inn
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20160621_badi_fyrimunir_og_vansar._0004.jpg?itok=rdmM2R7D)
Frá í næstu viku skulu bretar vera í masku, tá teir fara ørindi til handils
14.07.2020 - 08:41
Bretsku myndugleikarnir hava gjørt av, at frá fríggjadegnum 24. juli er tað krav, at fólk í landinum eru í masku, tá tey fara til handils.
Fólk, ið ikki lata seg í masku, kunnu rokna við at fáa bót uppá umleið 100 pund, sum er umleið 820 krónur, skrivar bretska kringvarpið, BBC.
Sambært skrivstovuni hjá bretska forsætisráðharranum, Boris Johnson, eru vaksandi prógv fyri, at tað verjir fólk at vera í masku saman við øðrum innandura, og harumframt verjir tað eisini onnur fólk.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV