- Tíðindi, mentan og ítróttur
Felag viðgongur dálking á norðurpólsleiðini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nornickel-mai-2020.jpg?itok=hI-pk5qC)
Stórur oljuleki hevur verið í Norðurrusslandi, og meira enn 40 tons av brennievni eru seyrað út í viðkvæma umhvørvið ikki langt frá Norðuríshavinum
Felagið Nornickel, sum rekur námsvinnu í Russlandi, hevur átikið sær ábyrgdina av lekanum. Eisini í mai runnu 21.000 tons av dieselolju út í havið frá verksmiðjuni hjá Nornickel. Og nógv av oljuni endaði úti í Norðuríshavi.
Rørleiðingin stongd nú
Í juni tók felagið ábyrgdina av stóra útlátinum og starvsfólk, sum sótu við ábyrgdini fyri framleiðsluni, vórðu fyribils send til hús fyri týðilig brot á reglurnar hjá felagnum.
Seinasta útlátið var 100 kilometrar frá russiska býnum Norilsk, sum er norðan fyri fyri Pólkringin. Rørleiðingin, sum hol var komið á, er stongd, og arbeiðið at taka upp oljuna er byrjað, skrivar tíðindastovan, dpa.
Nornickel sigur, at oljuútlátið ikki er vandamikið fyri fólk í økinum. Nornickel hevur áður viðgingið, at fleiri túsund litrar av eitraðum spillvatni eru runnir út í áir í økinum.