Bretland vrakar (eisini) Huawei

Bretland vrakar (eisini) Huawei
Televeitarar í Bretlandi sleppa ikki at keypa 5G-útgerð frá kinesisku fyritøkuni aftaná nýggjár
 
14.07.2020 - 14:47

Veitarar skulu eisini í seinasta lagi í 2027 hava tikið burtur Huawai-útgerð frá sínum neti, skrivar BBC. Tað boðar bretski ráðharrin í talgildingarmálum, Oliver Dowden, frá í dag.

Hetta var torfør avgerð at taka, men hon er tann rætta fyri bretskar televeitarar, fyri landsins trygd og fyri okkara búskap, bæði nú og ikki minst frameftir, segði Oliver Dowden.

Talsfólk fyri Huawai sigur, sambært BBC, at tey eru vónbrotin um avgerðina hjá Bretlandi; at tað eru keðilig tíðindi fyri øll, sum hava fartelefon í Bretlandi, og hótti við at afturútsigla Bretland á talgilda økinum, hækka prísirnar og víðka talgildu gjónna.

Stór mótstøða er eisini móti Huawei í USA, sum hevur sagt, at kinesiski televeitarin hóttir innanlands trygdina, men hesum vísur Huawei aftur. USA fer eisini at sýta Huawai atgongd til 5G-netið, og Týskland fer væntandi seinni í ár at taka støðu til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497