57 sjómenn fingið koronu

bannari
57 sjómenn fingið koronu
Argentinsku sjómenninir hava fingið staðfest smittuna, hóast teir vórðu kannaðir og avbyrgdir áðrenn túrurin byrjaði
Trolarin kom aftur í havn í býnum Ushuaia eftir at manningin fekk sjúkutekin
Mynd: AFP  
 
14.07.2020 - 09:32

57 argentinskir sjómenn hava fingið koronu eftir at hava verið fimm vikur til sjós og tvær vikur í sóttarhaldi, áðrenn teir fóru umborð.

Hetta undrar heilsumyndugleikarnar í argentinska landslutinum, Tierra del Fuego, ið eru farnir at kanna málið. Trolarin "Echizen Maru" fór at sigla inn eftir fimm vikur til fiskiskap, tí fleiri av manningini høvdu sjúkutekin.

Myndugleikarnir hava staðfest, at 57 av manningini, sum telur 61, eru hava korona. Áðrenn skipið fór undir túrin var øll manningin í sóttarhaldi í tvær vikur, og øll manningin varð kannað áðrenn túrin.

Óvist, hvussu manningin varð smittað

Vanliga er ígerðartíðin fyri korona millum tveir og 12 dagar. Tí undrar tað myndugleikararnar, at sjómenninir fóru at vísa sjúkutekin sjey vikur eftir, at teir seinast vóru í sambandi við onnur.

Tað er trupult at staðfesta, hvussu manningin er vorðin smittað, tá vit hugsa um, at tey ikki hava havt samband við nakran í landi í 35 dagar og bara hava fingið proviant frá lokalu havnini, sigur Alejandra Alfaro, sum er leiðari fyri lokalu heilsumyndugleikarnar.

Eitt toymi av serkønum er nú farið í gongd við at kanna, nær hvørjir av manningini fingu sjúkutekin, fyri at finna smittukelduna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. februar
Morgunlestur hósdagur 13.februar 2025
186667
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497