- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndugleikarnir stúra fyri nýggjari bylgju
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/hongkong.jpg?itok=ZFTzgo7o)
Fleiri tilburðir av koronu eru staðfestir í Hong Kong seinastu dagarnir, okkurt um 60 um dagin. Og hetta er byrjanin til eitt víðfevnt útbrot.
Tað sigur Gabriel Leung, sum er leiðari á læknavísindadeildini á Universitetinum í Hong Kong við lokalar miðlar.
Stúra fyri, at skilið verður verri
Tað verður mett, at smittutalið - ella R-talið, sum tað eisini verður nevnt - er fýra. 7,5 milliónir fólk búgva í Hong Kong, sum annars hevur havt tamarhald á smittugongdini.
1.431 fólk eru higartil staðfest smittað, og tey flestu eru vorðin frísk aftur. Men nú stúrir heilsustýrið fyri, at ein nýggj og verri koronabylgja er á veg.
– Støðan er verri nú, enn hon var í mars. Tað sigur heilsustýrið við blaðið, South China Morning Post.