- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vargaseyðurin skjótast eftir skurðfjallið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/festarin.jpg?itok=zv2uD-Vm)
Festarin hevur fingið djóralækna at gera ætlanina, sum er send landsdjóralæknanum. Málið byrjaði 18. mai, tá Dagur og Vika søgdu frá deyðum og sjúkum seyði í Oyndarfirði.
Landsdjóralæknin kannaði málið, og festarin fekk at vita, at hann saman við djóralækna í seinasta lagi 1. juli skuldi gera eina ætlan um at betra heilsustøðuna hjá seyðinum.
>> SÍ EISINI Myndugleikarnir kanna festara
Ætlanin er nú gjørd og byrjað er at gera eftir henni. Festarin tók við festinum í fjør heyst uttan at vita, sigur hann sjálvur, at seyðurin var so illa fyri.
Vargaseyðurin, okkurt um tíggju í tali, verður skotin eftir skurðfjallið og fyri brundtíðina í heyst. Rifla er bíløgd til tað endamálið, sigur festarin í brævi til landsdjóralæknan.
Tey vóru á fjalli seinasta leygardag, og allur seyðurin varð viðgjørdur eftir forskrift frá djóralækna, sigur festarin. Fiskimálaráðið, sum er kærustovnur í hesum máli, hevur onga kæru ella annað skjal fingið um málið.