Lógin um flogferðslu dagførast

Lógin um flogferðslu dagførast
Lógin, sum er ríkislóg, tí málsøkið er danskt, er endurskoðað, og uppskotini um broytingar eru send til hoyringar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.07.2020 - 08:04

Lógin um flogferðslu í Føroyum verður nú dagførd. Lógin, sum er ríkislóg, tí málsøkið er danskt, er endurskoðað, og uppskotini um broytingar eru send til hoyringar.

Ein broyting er, at trygdargjaldið, sum verður stillað eina ferð um árið, verður ikki stillað sum er, tí korona hevur gjørt, at nógv færri ferðast við flogfari. Uppskot er um at bíða til 1. januar í 2025 við stillingini.

Gjaldið hækkar

Og uppskot er eisini um at hækka gjaldið úr 4,75 krónur upp í 6,00 krónur fyri ferðafólkið í 2022. Gjaldið var upprunaliga 6,00 krónur. Av tí, at gjaldið verður stillað hvørt ár, er tað 4,50 í ár. 

Endurgjald fyri skaðar, sum ferðafólk, viðføri ella farmur fáa, verður stillað við kunngerð, tí Føroyar eru hvørki í ES ella EFTA.

Harafturat er uppskot um at gera lógartekstin kynsnoytralan. Heitini hann, hansara ella honum verða strikað, og til dømis heitini ráðharrin, eigarin ella brúkarin sett í staðin fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497