- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landið noyðist at gjalda
Landið noyðist at gjalda
Heimild er ikki at krevja pening frá fólki, sum koma til Føroya, fyri koronukanningar
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2020-06-16-09h14m30s893.png?itok=fspJsPdL)
10.07.2020 - 09:32
Heilsumálaráðið hevur, nú tað í gjár fekk seks milliónir krónur afturat til koronukanningar, longt sáttmálarnar við Smyril Line og Thetis til og við 31. juli.
Smyril Line fær 500 kr. fyri hvørja kanning, og Thetis fær 390 krónur. Landið noyðist at gjalda fyri kanningarnar, tí heimild er ikki at krevja pengarnar frá fólki.
Ein kanning, sum spyr.fo gjørdi fyri Kringvarpið. sigur, at 56,4 prosent av teimum spurdu halda, at ferðafólk eiga at gjalda fyri kornonukanningina.
32,6 prosent halda, at landið eigur at gjalda. 11 prosent siga seg ikki vita. 500 fólk vórðu spurd í kanningini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV