- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiskapurin hjá ferðafólkum avmarkast
Fiskiskapurin hjá ferðafólkum avmarkast
Ráðharrin í fiskimálum í Noregi hevur avgjørt at broyta reglurnar fyri ferðafólk, sum fiska í landinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20170809_153821.jpg?itok=Sa-MV97G)
Markið fyri, hvussu nógvan fisk ferðafólk í Norra kunnu taka við sær úr landinum, minkar
10.07.2020 - 15:46
Týdningarmesta broytingin er, at bara ferðafólk sum hava fiskað og eru skrásett hjá góðkendari fiski-ferðavinnufyritøku kunnu taka fiskin við sær úr landinum.
– Eg vóni, at hetta fer at styrkja ferðavinnuna á hesum økinum, sigur Odd Emil Ingebrigtsen, sum er ráðharri í fiskimálum í Noregi.
Markið fyri, hvussu stóra veiði ferðafólk kunnu taka við sær úr Noregi, verður minkað úr 20 niður í 18 kilo av kruvdum fiski.
Loyvt verður í mesta lagi tvær ferðir um árið at taka veiðina við úr landinum, og tað er munandi herðing, tí sum nú er, er tað loyvt eina ferð um vikuna. Broyttu reglurnar koma í gildi 1. januar næsta ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV