- Tíðindi, mentan og ítróttur
Airbus ætlar at siga 15.000 fólkum úr starvi
Airbus ætlar at siga 15.000 fólkum úr starvi
Hollendska flogverksmiðjan hevur ongan nýggjan ordra fingið í tríggjar mánaðir
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/airbusa380.jpg?itok=YCOcryB7)
Túsundtals fólk hjá Airbus verða søgd úr starvi í næstum. Flogverksmiðjan fær ongar nýggjar ordrar
10.07.2020 - 08:57
Fleiri túsund starvsfólk hjá flogverksmiðjuni Airbus í Fraklandi og Týsklandi mótmæltu mikudagin móti ætlanunum um at minka starvsfólkahópin við 15.000 størvum, skrivar check-in.dk
Á flogvøllinum í Toulouse í Fraklandi, har Airbus hevur støð, løgdu millum 7.000 og 9.000 starvsfólk niður arbeiðið og fóru út úr verksmiðjubygninginum og út á flogbreytina í mótmæli.
Í verksmiðjuni í Hamburg settu starvsfólkini 2.000 tómar stólar út, sum tekin um arbeiðsplássini, verksmiðjan fer at missa, og á verksmiðjuni í Augsburg sendu fólk starvfólk upp ballónir við boðskapi á.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV