- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útgongubann í Melbourne
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/melbourna-avstralia-07072020-ap.jpeg?itok=73vYVA4V)
Í Melbourne í Avstralia er útgongubann sett í gildi í dag. Fleiri smittutilburðir eru staðfestir seinastu dagarnar. Týsdagin vóru 134 tilburðir staðfestir.
Nú er býurin avbyrgdur, og fólk kunnu bara fara út, um tey hava neyðug ella átroðkandi ørindi. Fólk kunnu fara til arbeiðis, keypa inn og renna sær ein túr, men annars vera heima.
Melbourne er í Victoria-landspartinum. Og tað ørkymlar myndugleikarnar, at nógv fólk rýmdu úr Victoria-landspartinum til New South Wales í gjár.
>> SÍ EISINI Avstralia steingir landslut
Tað kann hava við sær, at smittan breiðir seg aftur í øllum landinum, og tá verður trupult at hava tamarhald á smittubreiðsluni, halda farsóttarserfrøðingar, sambært ABC.
Fyribils er ætlanin, at útgongubannið verður í gildi í seks vikur. Avstralia hevur annars havt gott tamarhald á koronusmittuni.
Umleið 9.000 eru staðfest smittað higartil, og 106 fólk eru deyð við koronusmittuni.