- Tíðindi, mentan og ítróttur
53 nýggj grundstykki á Strondum
53 nýggj grundstykki á Strondum
Nærum øll grundstykkini eru longu seld
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/strendur.png?itok=qXtY_GUU)
09.07.2020 - 08:44
53 grundstykki eru nú tøk á Strondum. 11 stykki eru á Fríðufløtum og 42 stykki eru við Hálsatjørn. Nærum øll grundstykkini eru longu seld.
Kreton og Voyt hava gjørt útstykkingarnar. Munin gjørdi verkætlanina, og HMP Consult hevði eftirlit við arbeiðinum. Útstykkingarnar kosta millum 16 og 17 milliónir krónur.
Kommunustýrið í Sjóvar kommunu hevur samtykt, at stykkini við Hálsatjørn kosta 300 krónur fermeturin, og á Fríðufløtum kosta stykkini 250 krónur fermeturin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV