- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA tekur seg úr WHO
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donald_trump_19._januar_2020_ap.jpg?itok=U298HMEG)
Forsetavalevnið hjá Demokratunum, Joe Biden, sigur, at eitt tað fyrsta, hann fer at gera sum forseti, er, at broyta avgerðingar hjá Donald Trump, forseta, um at fara úr heimsheilsustovninum, WHO.
– Amerikanarar eru tryggari, tá USA er við til at styrkja alheims heilsustøðuna. Fyrsta dagin, sum forseti, fara eg í WHO aftur og endurreisi leiðsluna hjá okkum í heiminum, sigur Biden á Twitter.
Amerikanska stjórnin boðaði í gjár ST formliga frá, at landið fer úr WHO í juli næsta ár. Uppsagnartíðin er eitt ár, og tað merkir, at WHO missir størstu stuðulsveitandi tjóðina.
Til 1. juli 2021 skal USA tó halda sínar fíggjarligu skyldur, skrivar ST. Trump boðaði í mai frá, at hann fór at taka USA úr Heimsheilsustovninum, og legði samstundis WHO undir ikki at hava hildið sínar skyldur undir koronufarsóttini.