Nú kunnu fleiri fólk savnast

bannari
Nú kunnu fleiri fólk savnast
Talið av fólki, ið kunnu savnast í Danmark, fer í dag úr 50 upp í 100
 
08.07.2020 - 09:19

Í Danmark kunnu nú 100 fólk savnast. Talið av fólki, ið kunnu savnast, er sostatt farið úr 50 upp í 100 í dag.

Yvirlæknin Lars Østergaard sigur, at tað er í løtuni tamarhald á smittugongdini í Danmark.

Men við størri fólkamongdum er umráðandi at halda fjarstøðu, sigur hann, sambært Ritzau.

Fólk hava sum heild víst virðing

Ríkisløgreglan heldur, at fólk í Danmark hava sum heild víst virðing fyri leiðreglunum um fjarstøðu og reinføri, men í ávísum førum hevur kortini verið neyðugt at leggja uppí og vegleiða.

Miðskeiðis í juni høvdu 836 fólk fingið bót, tí tey ikki høvdu virt leiðreglurnar um, at ikki fleiri enn 50 fólk kundu savnast.

Mette Frederiksen, forsætisráðharri, hevur boðað frá, at gongst sum ætlað kunnu 200 fólk savnast tann 8. august. Í Føroyum kunnu ikki fleiri enn 100 fólk savnast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497