- Tíðindi, mentan og ítróttur
Huawei eisini í Íslandi
Huawei eisini í Íslandi
Kinesiska fjarskiftisfyritøkan Huawei roynir eisini at selja 5G tøknina í Íslandi
08.07.2020 - 11:07
Tað hevur vakt ans, at Mike Pence, varaforseti í USA, í fjør heyst legði trýst á íslendskar myndugleikar um ikki at loyva Huawei framat við nýggjari tøkni í Íslandi.
Kenneth Fredriksen, sum er ein av stjórunum hjá Huawei í Norðurlondum, sigur við Morgunblaðið, at einki er at stúra fyri hjá Huawei.
Hann sigur, at íslendingar eru nøgdir við tað, sum Huawei hevur gjørt í Íslandi. Íslendska stjórnin, millum annað forsætisráðharrin, ger púra greitt, at Ísland ger sína egnu niðurstøðu tí viðvíkjandi.
NOVA og Vodafona í Íslandi brúka Huawei. Fólk hjá Huawei vóru í Íslandi í síðstu viku og tosaðu við viðskiftafólk um millum annað 5G.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV