- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava funnið ólógligt fongsul í Hollandi
Hava funnið ólógligt fongsul í Hollandi
Løgreglan í Hollandi hevur handtikið seks fólk eftir at hon í gjár avdúkaði eitt ólógligt fongsul við millum annað píningarúmi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/holland_0.png?itok=VsnWcA8i)
Í einum av ljóðdoyvdu klivunum stóð hesin tannlæknastólurin
Mynd: AP
08.07.2020 - 17:18
Í atsókn í gjár í hollendsku bygdini Wouwsse Plantage nærindis belgiska markinum, fann løgreglan sjey bingjur, sum vórðu innrættaðar sum fongsulsklivar, og tær eru ljóðdoyvdar.
Í fongsulsklivunum fann løgreglan millum annað ein tannlæknastól, hondjørn og amboð, millum annað saksar til at skera runnar og trø við og skalpellar, sum læknar nýta til skurðviðgerð.
Hollendska løgreglan legði eisini hald á vápn, løgreglubúnar, stolnar bilar og rúsevni í øðrum bygningum, skrivar Sky News.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV