Tunnilin skal venda fólkagongdini

Tunnilin skal venda fólkagongdini
Undirsjóvartunnilin til Suðuroyar skal venda gongdini, sigur løgmaður í svari til løgtingsmann
 
06.07.2020 - 07:24

Ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar skal venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni. Tað er yvirskipaða svarið, sum Bárður á Steig, løgmaður, hevur givið Heðini Mortensen, løgtingslimi. 

Heðin Mortensen spurdi løgmann, hvørji tiltøk landsstýrið ætar at seta í verk til tess at venda gongdini í fólkatalinum í Suðuroynni. 

Yvirskipað er svarið eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi, har oyggjarnar verða knýttar saman, hevur alstóran týdning fyri vinnuna og trivnaðin kring landið, skrivar Bárður á Steig Nielsen.   

Fimm milliónir settar av í ár

Løgmaður vísir á, at samgongan er samd um at tryggja hóskandi ferðasamband kring alt landið, herundir íløgur í tunlar og undirsjóvartunlar. Ein Suðuroyartunnil er ein týdningarmikil partur av komandi samferðsluútbyggingum í Føroyum.

Á fíggjarlógini fyri 2020 hava forkanningar og fyrireikingar til Suðuroyartunnil fingið sína egnu høvuðskontu, og hevur samgongan sett fimm milliónir krónur av, soleiðis at hildið kann verða fram við at gera forkanningar og at fyrireika Suðuroyartunnilin.

Tá hesar kanningar eru gjørdar, kunnu veruligu fyrireikingarnar til ein Suðuroyartunnil byrja, skrivar  Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svarinum til Heðin Mortensen, løgtingslim. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369