Næstan seks milliónir latnar

bannari
Næstan seks milliónir latnar
Fríggjadagin vóru 120 umsóknir um COVID-19 stuðul avgreiddar
 
06.07.2020 - 08:36

COVID-19 stuðulin úr landskassanum nærkast teimum seks milliónunum. Tá gjørt varð upp fyrrapartin fríggjadagin, vóru 120 umsóknir avgreiddar.

Stuðulin var tá slakar 5,9 milliónir krónur. Flestu fyritøkurnar, 91 av teimum 120, siga seg hava mist millum 60 og 100 prosent av umsetninginum.

Fyritøkurnar fáa stuðul til fastar útreiðslur, so sum húsaleigu, el, hita, rentur, trygging og fjarskifti. Tær kunnu fáa í mesta lagi 80.000 krónur um mánaðin. 

Størsti stuðulin higartil er 240.000 krónur fyri ársfjórðingin. Miðalstuðulin er slakar 50.000 krónur. Skipanin er longd til 31. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369