- Tíðindi, mentan og ítróttur
Avstralia steingir landslut
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/melbourne_avstralia_ap_-_02.07.2020.jpg?itok=sQ9glM9A)
Hetta hendir eftir, at talið av fólkum, sum eru smittað við koronu, aftur er farið at vaksa í Avstralia, skriva altjóða miðlar í morgun.
Tað er serliga í landslutinum Victoria, sum er grannalandsluturin hjá New South Wales, har vøksturin er stórur, og tað hevur fingið myndugleikarnar í New South Wales at stongja mørkini.
Hægsta talið av smittaðum í ein dag
Í Melbourne, sum er næststørsti býurin í Avstralia, hava myndugleikarnir staðfest 127 nýggjar koronutilburðir í morgun. Hetta er hægsta talið av smittaðum, sum eru skrásett í ein dag, síðan koronufarstóttin breyt út.
Vaksandi talið av smittaðum hevur havt við sær, at myndugleikarnir hava sett 30 forstaðir til Melbourne og harvið 300.000 fólk í sonevnt "lockdown" seinastu vikuna í eini roynd at forða koronusmittuna í at breiða seg út.
Harumframt eru næstan 200.000 fólk blivin kannað fyri smittuna í raktu økjunum. Hetta er fyrstu ferð síðani umfarmssóttin byrjaði at ganga, at New South Wales hevur stongt síni mørk fyri grannalandslutum í Avstralia.